Tann 14 ára gamla niðurlendska gentan Laura Dekker fór í dag úr Portugal við einum seglbáti við kós yvir um Atlantshavið. Har ætlar hon sær at sigla ígjøgnum Panamaveitina, síðani tvørtur um Kyrrahavið til Avstralia, haðani til Teilands og so ígjøgnum Adenvíkina og Suezveitina aftur til Evropa.
Upprunaliga skuldi Laura Dekker far undir ferðina fyri einum ári síðani, men ein niðurlendskur dómstólur noyddi hana at bíða, tí sambært dómstólinum var tað ábyrgdarleyst at lata eina so unga gentu sigla runt jørðina einsamøll. Fyri einum mmánað síðani vann hon eitt rættarmál ímóti niðurlendsku barnaforsorgini og kann tí gera ferðina nú.
Ætlanin hjá Lauru Dekker er at taka heimsmetið frá avstralsku gentuni Jessica Watson, ið er tann yngsta kvinnan, ið hevur siglt runt jørðina einsamøll. Jessica Watson endaði sína ferð nakrar dagar, áðrenn hon fylti 17. Laura Dekker fyllir 17 tann 20. september í 2012.