15-11 til Føroyar ímóti Ísrael

Hálvleikur er í hondbóltsdystinum millum Føroyar og Ísrael kvinnur í Høllini á Hálsi í Havn.

 

Føroysku kvinnurnar løgdu seg á odda beinanvegin og hildu seg frammanfyri. Men nakað fyri hálvleik hálaðu ísrelsku kvinnurnar inn á tær føroysku. Men beint fyri hálvleik gekk betri hjá føroysku kvinnunum, sum tí kundu fara til hálvleiks við fýra máls føring.