15 ár við pakkibandið

Tá Henny Olsen fyrstuferð fór til arbeiðis á Tavuni fyri 15 árum síðani, stóð hon við pakkibandið. Har stendur hon enn. Á Tavuni arbeiða tey skiftisvaktir, og í háárstíðini arbeiða tey 10 tímar, hvønn dag í vikuni

Pakkitilfarið verður sett í stálrammuna, farsið vigað, síðani verður tað slættað, og til seinast verður lok koyrt á

Henny Olsen hevur starvast á Tavuni í 15 ár, og henni hevur dámt arbeiðið frá fyrsta degi. Henny Olsen er av Eiði og býr í Klaksvík. Hon fer glað til arbeiðis hvønn morgun og kemur eisini glað til húsa aftur. Hon minnist væl sín fyrsta dag á Tavuni.

 

– Eg hevði ongantíð verið inni her fyrr. Tað var hart, men man veit, at eitt arbeiði er hart. Eg var ordiliga móð aftan á fyrsta arbeiðsdagin, men eg var móð upp á ein góðan máta. Eg var glað frá fyrsta degi av, og havi dámt ordiliga væl síðani.

 

##med2##

 

Síðani hon byrjaði, hevur Henny Olsen staðið við pakkibandið. Tær eru seks í pakkitoyminum. Ein lyftir pannurnar á pakkibandið, og ein tekur tær av aftur. Við pakkibandið eru fýra uppgávur, fyrst verður pakkitilfarið sett í stálrammuna, farsið verður vigað, síðani verður tað slættað, og til seinast verður lok koyrt á. Síðani verður pannan lyft á vognin. Tað er pláss fyri 28 pannum á vogninum. Tá vognurin er fullur, verður roterað, soleiðis at tær skiftast um tær fýra uppgávurnar á pakkibandinum.

 

– Frá fyrsta degi havi eg gjørt hetta. Tað følist lætt, og tað fellur náttúrligt, tá tú hevur gjørt tað í so nógv ár.

 

Áðrenn fiskurin verður pakkaður, verður hann skorin, og gjørdur til fars. Farsið verður koyrt í ein vogn, trillað yvir til pakkibandið og vigað, áðrenn tað verður pakkað.

 

– Eg haldi ikki sjálv at arbeiðið stravið. Kanska eru tað ikki øll sum orka so væl, men eg føli tað ikki so tungt. Eg havi verið í so nógv ár og dugi rutinuna og veit, hvussu man skal gera

 

##med3##

 

Arbeiða í tríggjar vikur uttan frídag

 

Á Tavuni verður arbeitt í tveimum skiftisvaktum, dag og kvøldvakt. 28 starvsfólk eru á hvørjari vakt. Dagvaktin byrjar klokkan 6 um morgunin, og arbeitt verður til klokkan 16. Kvøldvaktin arbeiðir frá klokkan 16 til 2 á nátt.

 

– Man venur seg við skiftisvaktirnar. Sjálvandi er tað altíð betri at arbeiða um dagin, men tað er eisini í lagi at arbeiða um kvøldið. Tað følist kanska tíðliga at fara upp 04:50, men man venist við tað. Nú haldi eg, at tað er blivið vanligt at møta tíðliga, men teir dagarnir, tá tú fert til arbeiðis klokkan 8, følir tú mun á.

 

##med4##

 

Høvuðsframleiðslan á Tavuni er gulllaksafars. Sesongin við gulllaksi er frá apríl til september. Tá Gulllaksatíðin er uppá tað hægsta verður arbeitt allar dagar í vikuni.

 

– Í ár hava vit arbeitt tríggjar vikur í trekk, tað hevur ikki verið ein frídagur, og tað hevur verið 10 tímar hvønn dag.

 

Hetta er um summarið, og tað merkir, at tey sum oftast eru til arbeiðis, tá onnur liggja úti og sóla sær.

 

– Teir góðu summardagarnar arbeiða vit hvønn dag, men tað venur man seg eisini við.

 

##med5##

 

Gulllaksatíðin er nú um at vera liðug, men tað merkir ikki, at einki arbeiði er á virkinum, tí tá verður brislingur, makrelur og sild virkað.

 

– Vit hava altíð eitt sindur at gera, men aftan á gulllaksatíðina er ikki arbeiði hvønn dag, men tá man er so gomul sum eg, so leggi eg einki í, um eg havi frí onkuntíð.

 

Møguliga er tað fyri at viga upp ímóti øllum sólskinsdøgunum, at tey eru til arbeiðis, at farið verður uttanlandsferðir. Tavan bjóðar javnan starvsfólkunum uttanlands, seinasti túrur var í Grand Canaria. 30 fólk fóru avstað, og tey vóru burtur í eina viku.

 

– Leiðslan er ordiliga góð við okkum. Vit fáa eisini góðar páska- og jólapakkar.

 

Hetta merkir eisini trivnaðurin á Tavuni er góður, og í kantinuni verður nógv flent hvønn dag.

 

Tó hevur nakað av útskifting verið í starvsfólkahópinum seinastu árini. Øðrvísi var tá Henny Olsen byrjaði í starvi, tá høvdu flestu starvsfólkini verið í fleiri ár. 

 

##med6##

 

##med7##

 

##med8##

 

##med9##

 

##med10##

 

##med11##

 

##med12##

 

##med13##

 

##med14##

 

Pakkitilfarið verður sett í stálrammuna, farsið vigað, síðani verður tað slættað, og til seinast verður lok koyrt á