Í minsta lagi 15 fólk eru deyð, eftir at ein bilur koyrdi inn í eina mannamúgvu, tá fólk hildu nýggjársaftan í amerikanska býnum New Orleans í Louisiana.
Tað sigur rættarlæknin, Dwight McKenna, í eini almennari fráboðan, skrivar amerikanski miðilin CNN.
Stutt seinni upplýsti amerikanska samveldisløgreglan, FBI, eisini, at 15 fólk vóru dripin í álopinum.
FBI kannar málið sum eina yvirgangsatsókn, hevur tað boðað frá.
Talan var um ein stóran pick-up, sum nýggjársnátt koyrdi í eina mannamúgvu á søguligu Bourbon Street í New Orleans, har nýggjárshald var.
Løgreglukommissarin Anne Kirkpatrick segði beint eftir hendingina, at talan var um eina tilætlaða gerð, og at gerningsmaðurin royndi at "renna niður so nógv fólk sum hann kundi".
Tann ákærdi er eyðmerktur sum 42 ára gamli Shamsud-Din Jabbar, upplýsir FBI. Hann varð dripin í skotbardaga við løgreglufólk eftir skottilburðin.
Tann 42 ára gamli er amerikanskur ríkisborgari úr Texas, sum brúkti ein leigaðan pick-up frá Ford til illgrunasama álopið.
Síðani deyðiligu hendingina hevur FBI sett fokus á møgulig improviserað spreingievni í kanningararbeiðinum.
- Vápn og eitt møguligt improviserað spreingievni vórðu funnin í bilinum, sigur FBI í tíðindaskrivi í dag.
Ongar upplýsingar eru um, at nøkur spreingievni vórðu sprongd undir illgrunasama álopinum.
Tann, sum er undir illgruna fyri at vera gerningsmanninum, hevur áður verið í amerikanska herinum.
Myndugleikarnir ásanna, at hann ikki hevur "einsamallur ábyrgdina" - og at onkur skal hava hjálpt honum.
Motivið aftan fyri illgrunasama álopið er enn ókent.
FBI hevur upplýst, at eitt flagg hjá Islamiskum Stati varð funnið í pick-up-bilinum. Hernaðarligi bólkurin Islamskur Statur hevur staðið aftanfyri fleiri álop í vesturheiminum.
/Ritzau/
##med2##
##med3##
##med4##
##med5##
##med6##
##med7##
##med8##
##med9##
##med10##
##med11##
##med12##
##med13##
##med14##
##med15##
##med16##
##med17##
##med18##
##med19##
##med20##
##med21##
##med22##
##med23##
##med24##
##med25##
##med26##
##med27##
##med28##
##med29##
##med30##
##med31##
##med32##
##med33##
##med34##
##med35##
##med36##
##med37##
##med38##
##med39##
##med40##
##med41##
##med42##
##med43##
##med44##
##med45##
##med46##
##med47##
##med48##
##med49##
##med50##
##med51##
##med52##
##med53##
##med54##
##med55##
##med56##
##med57##
##med58##
##med59##
##med60##