Heystframsýningin 2015, sum verður í framsýningarhølunum á Skipasmiðjuni MEST, letur upp leygardagin 3. oktober klokkan 15 og verður opin til sunnudagin, 25. oktober.
Framsýningin verður opin hósdag, fríggjadag, leygardag og sunnudag frá klokkan 15 til 18, og tað verður Rigmor Dam, landsstýriskvinna í mentamálum, sum fer at seta framsýningina.
Luttakarar verða Andrias Andreasen, Hanni Bjartalíð, Hjørdis Haack, Zacharias Heinesen, Bárður Jákupsson, Anker Mortensen, Hans Pauli Olsen, Marius Olsen, Torbjørn Olsen, Brandur Patursson, Tróndur Patursson, Ilona Raipala, Silja Strøm og Bjarne Werner Sørensen.