15 mál vóru ov lítið

Sóljuspælarin Asta Petrauskiene var ein einmansherur móti Kyndli og skoraði 15 ferðir, men Lotte Sørensen syrgdi fyri, at Kyndil vann dystin í Vágum, hóast havnaliðið var aftanfyri stóran part av tíðini

 

Dysturin millum Sóljuna og Kyndil, sum varð spældur í Vágum fríggjakvøldið, var tættur og spennandi. Kyndil var aftan fyri stóran part av tíðini - í seinna hálvleiki eina løtu við fýra málum - men seinastu 20 minuttirnar av dystin syrgdi Lotte Sørensen fyri, at høvuðsstaðarliðið fekk øll stigini við sær til Havnar aftur.

 

Tað gekk javnt fyri seg alla tíðina. Kyndil legði seg fram um í teimum fyrstu 15 minuttunum, men so vendist leikgongdin, og heimaliðið kom rættiliga fyri seg.

 

Miðskeiðis í fyrra hálvleiki var knappliga vent í holuni, tí við fýra málum á rað fór Sóljan frá 5-7 til 9-7. Hesa løtuna steðgaði álopsspælið hjá Kyndli upp, og tað var ikki fyrr enn Anja Johannesen við tí fyrra av sínum tveimum málum skoraði til 9-8, at Kyndil koblaði íaftur.

 

Sóljan helt seg tó frammanfyri restina av fyrra hálvleiki, og tá liðini høvdu hálvleikssteðg var støðan 13-11 til Sóljuna.

 

 

 

Lotte lykilin

 

Í seinna hálvleiki hevði heimaliðið gott tak á. Tær løgdu harðliga fyri, og øktu leiðsluna upp í 16-12, tá fimm minuttir vóru spældir. Kyndlaliðið, sum tapti báðar sínar fyrstu dystir í ár, var við undirlutan, og tað var stórt stríð hjá teimum at halda fast í vágaliðnum, so tað ikki fekk avgerandi leiðslu í dystinum.

 

Tað var ikki minst takka veri Lotte Sørensen, at Kyndil elti Sóljuna restina av dystinum. Seinastu 20 minuttirnar gjørdi Lotte 8 av teimum 12 málunum, sum Kyndil fekk.

 

Hjá heimaliðnum var mest sum talan um ein einmansher, tí nýggi spælari teirra, Asta Petrauskiene, skoraði heili 15 av málunum hjá vágaliðnum. Men hesi 15 málini skulu vísa seg at verða eitt mál ov lítið.

 

 

 

Endaspurturin

 

Miðskeiðis í seinna hálvleiki javnaði Kyndil leiðsluna hjá Sóljuni. Heimaliðið fekk ein spælara útvístan í tveir minuttir, og tað tóktist nerva heimaliðið eina góða løtu. Kyndil skoraði trý mál næstu minuttirnar, og so vóru tær framman fyri 19-18.

 

Men júst útvísti vágaspælarin, Herta Simonsen, kom aftur á vøllin og syrgdi fyri, at Sóljan fór fram um við tveimum málum aftur, og tá tað restaðu seks minuttir av dystinum var støðan 23-21 til Sóljuna.

 

Tað var tá, at havnaliðið setti sín endaspurt í gongd, og við tveimum málum hjá Lotte Sørensen og einum í parti frá Anniku Ljósstein og Palmu Petersen fór Kyndil fram um 25-23. Í seinasta minutti skoraði Sóljan aftur, men tá var sigurin gloppin teimum av hendi.

 

Tað var stórt vónbrot fyri heimaliðið, at tær ikki kláraðu at halda leiðsluna, sum tær høvdu stóran part av dystinum, meðan Kyndil við góðum endaspurti fekk fyrstu stigini í kappingini í ár.

 

 

 

Dysturin í tølum:

 

Sóljan-Kyndil 24-25 (13-11)

 

Málskjúttar:

 

Sóljan: Asta Petrauskiene 15 (3), Herta Simonsen 4, Fía Selma Nielsen 2, Sólja Jóanisdóttir 2

 

Kyndil: Lotte Sørensen 10 (3), Annika Ljósstein 4, Palma Petersen 4, Marna Vatnsdal Rubeksen 2, Anja Johannesen 2, Ann Hansen1, Laila Jespersen 1, Erla Smidt 1.

 

Brotskøst: Sóljan 4, Kyndil 8

 

Útvísingar: Sóljan 2, Kyndil 1.

 

Dómarar úr VÍF: Sámal Joensen og Agnar Joensen