15 mans til hendurs í miðbýnum í Havn

Løgreglan mátti brúka piparspray fyri at fáa teir at sissast

Tað hevur verið sum á ólavsøku í Havn í nátt, og tað hava tey eisini givið løgregluni eina strævna nátt.

 

Løgreglan sigur, at mitt í nátt tók bardagi seg upp í Tórsgøtu og tað endaði við, at einir 15 mans vóru uppi í bardaganum. Løgreglan kom á staðið, men mátti spræna piparspray í eyguni á fleiri av monnunum fyri at fáa teir at sissast.

 

Og Piparspray kann fáa sjálvt tey mest stríðsfúsu at sissast og tað gekk heldur ikki so leingi, so var friður aftur. Teir, sum fingu piparspray í eyguni, fáa síðani vatn frá løgreglufólkunum at skola eyguni við.

 

Løgreglan sigur, at ongin fekk skaða í bardaganum, og at ongin er skuldsettur fyri harðskap í kjalarvørrinu á harðskapinum.

 

Tað vóru eisini fleiri, sum hildu tað vera stuttligt at fara upp á húsatekjur í miðbýnum fyri at síggja betur.

 

Fólk sótu uppi á tekjuni á Sirkus og á Tinghúsunum høvdu tveir mans klintra upp á takið eftir byggipallinum, sum stendur upp at húsinum í sambandi við umvælingararbeiðið.

 

Serligan ans vakti tað eisini, at ein var farin upp ígjøgnum brandtrappuna á Hotel Tórshavn, heilt upp á takið.  

 

Løgreglan varð eisini boðsend heim í eini hús, har faðir og sonur vóru farnir til hendurs. Teir vóru báðir tiknir á støðina í eini roynd at fáa greiði á, hvat var hent. Men løgreglan sigur, at tað javnaði seg aftur, og at teir eru báðir farnir aftur til hús.

 

Løgreglan sigur, at ongin er skuldsettur fyri harðskap eftir levnaðin í nátt, men fleiri fólk fáa bót fyri at hava brotið politiviðtøkurnar.