15 milliónir til undirsjóvartunlar

Fíggjarnevndin stovnar eina nýggja konto við 15 milliónum krónum, sum skulu setast í eitt nýtt tunnilsfelag

Fíggjarnevndin hjá løgtinginum stovnar eina nýggja konto við 15 milliónum krónum, sum skulu setast í eitt nýtt tunnilsfelag longu næsta ár.

 

Nýggja tunnilsfelagið skal hava til endamál at byggja og reka undirsjóvartunlar. Talan er um bæði Skálafjarðartunnilin og Sandoyartunnilin.

 

Fíggjarnevndin tekur tær fimm milliónirnar, sum eftir ætlan skuldu setast av til Sandoyartunnilin næsta ár, og flytir tær á hesa nýggju tunnilskonto. Somuleiðis verða seks milliónir krónur tiknar av tí játtan, sum Fíggjarmálaráðið annars hevði sett av til at gera nýggjar landsvegir.

 

Tær 15 milliónirnar til nýggja, almenna tunnilsfelagið røkka tó ikki so langt. Skálafjarðartunnilin er mettur at kosta umleið 1,2 milliard krónur, meðan Sandoyartunnilin er mettur at kosta eini 800 milliónir. Talan er tó bara um metingar.

 

Jørgen Niclasen, landsstýrismaður í fíggjarmálum við ábyrgd av undirsjóvartunlum, roynir framvegis at finna eina breiða, politiska semju um, hvussu hesar milliardaíløgur skulu fremjast í verki.