15 ár fyri kynsligan ágang

Dómsvaldið í Kambodja hevur dømt ein týskan mann 15 ára fongsul fyri kynsligan ágang ímóti einari 13 ára gamlari gentu. Tann 61 ára gamli Walter Munz varð tikin í síðsta mánað, tá løgreglan kom fram á hann og gentuna á einum gistingarhúsi. Undir rættarviðgerðini kom fram, at gentan Walter Munz hevði gjørt seg inn á gentuna fleiri ferðir, og umframt fongsulsdómin skal hann rinda gentuni 7.000 amerikanskar dollarar í sekt. Walter Munz helt uppá, at hann var ósekur, men læknakanningar staðfestu, at gentan hevði verið fyri kynslingum ágangi.