15 stormskaðar higartil

Løgreglan sigur, at til á miðdegi í dag hevur løgreglan fingið fráboðanir um 15 stormskaðar í dag.

 

Talan er um onkrar takplátur, sum eru farnar og húsaklædningar, sum eru loysnaðir. Okkurt lok til hitapottar er farið flúgvandi og líknandni. Talan er tó ikki um størri skaðar, sum tørvar at vegir verða stongdir ella líknandi.

 

Bjarni Nattestad, vakthavandi, sigur, at ein fráboðan er komin úr Suðuroynni og nakrar fáar úr Havn, men annars er talan um norðara partin av landinum, Kambsdal, Leirvík, Sundalagið og Klaksvík.

 

Tað er enn nógvur vindur og veðurstovurnar í grannalondunum siga frá meiri vindi í kvøld. Veðurstøðirnar hjá Lansdverki boða eisini frá nógvum vindi í løtuni. Um Norðradalsskarð er ódn, í hvirlunum upp í 41 m/s, og um Gjáarskarð og Ørðaskarð er hvassur stormur, og í hvirlunum upp í 46 m/s um Gjáarskarð. Annars er hvassur vindur, skrið og stormur um meginpartin av landinum og harðar hvirlur, millum 26 og 41 m/s.