Síðsta vikuskiftið í februar skipaði Fótbóltssambandið fyri dómaraskeiði í Havn. FSF ger eitt miðvíst átak fyri at fáa fleiri dómarar til føroyskan fótbólt, og útbúgving er ein partur av átakinum. 15 luttakarar vóru á skeiðnum, sum Niklas á Líðarenda og Jógvan Jensen stóðu fyri. Fýra av luttakarunum hava staðið próvtøkuna, meðan hinir ellivu fara til próvtøku næstu vikurnar. Tá ið teir hava staðið próvtøkuna, verða teir ein partur av dómarahópinum hjá FSF, og arbeiðið sum FSF-dómari kann byrja.