Fær Niger ikki hjálp frá altjóða samfelagnum sum skjótast, fara 150.000 børn at doyggja í hungri. Men higartil hevur heimssamfelagið vent tað blinda eygað til.
Tað sigur norðmaðurin Jan Egeland, sum er varaaðalskrivari í ST, og sum hevur ábyrgdina av at samskipa neyðhjálpararbeiðið hjá heimsfelagsskapinum. Hann vísir á, at starvsfólk hjá hjálparfelagsskapum, sum eru í Niger, hava gjørt vart við, at børn doyggja sum flugur har suðuri í landinum.
Hjálparfelagsskapirnir siga, at 2,5 milliónir fólk eru hótt av hungursneyð, teirra millum 800.000 børn. Jan Egeland sigur við BBC, at heimssamfelagið hevur leingi vitað, at fólkið í Niger fór at líða hungur orsakað av miseydnaðari grøði, men at eingin hevur tikið ávaringarnar í álvara.
-Nú hava vit so kreppuna, og í hesari stund doyggja børn har í hungri, sigur hann við BBC.
Síðsta heyst ávaraðu serfrøðingar um, at fekk Niger ikki altjóða matvøruhjálp, fór fólkið at líða hungur. Í mai bað ST altjóða samfelagið veita hjálp fyri 16 milliónir dollarar, men sambært Jan Egeland kom næstan ikki eitt oyra inn til hjálpina. Nú hevur ST so biðið um at fáa 30 milliónir dollarar, og hesaferð hava nøkur lond svarað játtandi, sigur hann. Eitt nú havaDanmark, Noreg, Svøríki, Týskland, Belgia, ES og USA lovað at veita hjálp fyri 10 milliónir dollarar.