150.000 til Frelsunarherin

Sunnukvøldið 26. mars fekk Frelsunarherurin ein gávukekk upp á 150.000 krónur frá tvíburabrøðrunum Marnar og Árna Andreasen, ið var tað, sum kom inn fyri stuðulsfløguna, teir góvu út fyri ólavsøku í fjør

Á sangmøti í Frelsunarherinum sunnukvøldið handaðu brøðurnir Marnar og Árni Andreasen ein gávukekk upp á 150.000 krónur til Frelsunarherin og Herbergið.
 
Tá kekkurin varð handaður, segði Marnar Andreasen m.a.: Fyri ólavsøku í fjør góvu vit fløgu út við andaligum sangum, ið vit hava lært í Frelsunarherinum, har vit sjálvir hava slitið okkara barnaskógvar og fingið okkara tónlistagávur.
 
Við hesi fløguútgávu vónaðu vit, at vit kundu bera nakað aftur til ta samkomu, sum ríkaði mangar ógloymandi barnadagar í miðbýnum í Havn.
 
Vit avgjørdu, tá fløgan kom út, at allur peningurin sum kom inn, skuldi fara óskerdur til andaliga og sosiala arbeiði, ið Frelsunarherurin stendur fyri.
 
Vit vilja takka teimum mongu, sum á ymsan hátt hava stuðlað okkum, so at hetta lat seg gera. Vit hava avgjørt at býti av hesum kekki verður soleiðis at Frelsunarherurin fær tveir triðingar og Herbergið ein triðing.
 
Sámal Jákup Joensen, samkomu- og økisleiðari, takkaði vegna Frelsunarherin fyri hesa stórfingnu gávu, sum Marnar og Árni sjálvbodnir høvdu givið. Hann segði m.a. at  peningagávan til Frelsunarherin fer óskerd til nýggjar sangbøkur, sum stórur tørvur er á í løtuni, og stórur tørvur er eisini á stuðli til Herbergið.