Í einum stórum átaki ímóti mafiafelagsskapinum Ndrangheta hevur italska løgreglan tikið umleið 150 fólk og lagt hald á virði fyri meiri enn 500 milliónir krónur. Ein talsmaður fyri løgregluna sigur, at Ndrangheta verður ikki roknaður sum ein vanligur mafiafelagsskapur sum eitt nú Cosa Nostra. Men sambært serfrøðingum hevur Ndrangetha størri vald enn Cosa Nostra, sum heldur til á oynni Sisilia.
Undir átakinum í dag rannsakaði løgreglan 127 hús og íbúðir í býnum Torino og har um vegir umframt skrivstovurnar hjá 10 feløgum. Samstundis kannaði løgreglan meiri enn 200 bankakontur.
Teir 150 limirnir í Ndrangheta verða ákærdir fyri mafiavirksemi, rúsevnasmugling, svik og fyri at hava havt vápn uttan neyðug loyvi.