1500 føroyingar brúk fyri røkt

Í dag eru tað einir 1500 før­oy­ing­ar, sum hava tørv á sjúkra­røkt, ella heimahjálp.

Tað staðfestir Annika Ol­sen, landsstýriskvinna í al­mann­a­málum.
Seinastu tíðina hevur kik­arin rættiliga verið settur á eldra­røktina og í hesum sam­bandi hevur ein stórur spurn­ing­ur verið, hvussu um­fatandi hetta málsøkið í grund­ini er.

Tá ið Kristianna Winther Poul­sen, nýliga hevði sætið á ting­ið eitt stutt skifti sum varalimur, brúkti hon høvið til at spyrja lands­stýr­is­kvinn­una um hesi viðurskifti.

Landsstýriskvinnan sigur, at í dag hava 1.094 fólk tørv á sjúkr­a­røkt og 474 fólk hava tørv á heimahjálp.

Her kann leggast afturat, at til­samans eru eini 6.500 fólk í Føroyum, sum eru eldri enn 67 ár og sostatt er veru­leikin, at nógv tey flestu hava góða heilsu og klára seg sjálvi.

– Ongin bíðilisti er til heim­a­tænastu og sostatt er tal­ið á teimum, sum fáa tæn­astu frá Heimatænastuni, og teimum, sum hava tørv á hjálp, tað sama, sigur Annika Olsen.

Hon leggur tó afturat, at tey flestu av teimum 1.094 borg­ar­unum, sum fáa sjúkrarøkt frá ­h­e­i­m­a­sjúkr­a­r­økta­r­frøð­ing­um, fáa eisini heim­ahjálp.

Men Annika Olsen leggur dent á, at tá ið hon sigur, at ong­in bíðilisti er, merkir tað ikki tað sama sum, at allir borg­arar fáa teir tímar og ta hjálp teimum tørvar.

Hon sigur nevniliga, at tað er mun­ur á tørvinum sum er og teimum tímum, sum verða veittir.

Hon sigur, at her er bara talan um heimahjálp, tí sam­býli eru ikki tald við.

– Á sambýlum búgva 159 fólk, sum fáa heimatænastu frá Al­mannaverkinum, sigur Ann­ika Olsen.