Fleiri enn 15.000 hotell kring Evropa hava tikið seg saman og hava stevnt tænastuni, Booking.com
- Av hesum stívliga 15.000 hotellunum, eru 160 norsk, veit www.tv2.no at siga í dag.
Tíðindastovan NTB skrivar, at hotellini krevja endurgjald fyri tap eftir nýtslu av "besta-prís" avtalum, sum sagt verður.
Ein ES-dómstólur staðfesti í 2024, at umrøddu avtalur eru ólógligar, tí tær samsvara ikki við galdandi kappingarreglur.
Sagt verður einki um, hvussu stórt kravið hjá evropeisku hotellunum móti Booking.com er.