Týskvøldið hin 23. september klokkan 19–21 verður ókeypis fyrilestur við Rikke Yde Tordrup, cand. psyk, í Mentanarhúsinum í Fuglafirði.
- Í fyrilestrinum lýsir Rikke seg sjálva sum bersøgið foreldur, og við dømum úr gerandisdegnum fer hon á ein stuttligan hátt at greiða frá, hvussu hon er í vanda fyri at menna børn, sum halda gang og ikki lurta í flokkinum og sum heild gera sítt til nútímans mistrivnað í flokkinum.
Soleiðis siga tey á heimasíðuni hjá Eysturkommunu í dag, og í Fuglafjarðar kommunu bera tey somu tíðindi frá Mentanarhúsinum í Fuglafirði.
- Mistrivnaður í dagstovninum ella flokkinum skal loysast av dagstovninum/ skúlanum og foreldrunum í felagsskapi.
Víst verður á, at mistrivnaðurin til dømis kann vera ófriður í dagstovninum/ flokkinum, trupulleikar við at stýra flokkinum, nógvar neiligar afturmeldingar í gerandisdegnum, nógvar ósemjur, børn, sum vilja stýra øðrum børnum og námsfrøðingum/ lærarum, børn sum ikki vilja taka lut í felagsvirksemi og so framvegis.
##med2##
- Hvussu sleppa vit undan, at dagstovnur/ skúli og frítíðarskúli fara at stríðast um, hvør hevur ábyrgdina av mistrivnaði í dagstovninum/ flokkinum?
Hetta eru evnir, sum Rikke Yde Tordrup, cand. psyk, fer at lýsa í ókeypis fyrilestri í Mentanarhúsinum í Fuglafirði hin 23. september.