? Vit hava nógv betri møguleikar við nýggju Norrönu, tá tað snýr seg um húsvognar, og hendan túrin úr Danmark vóru 104 húsvognar við. Tilsamans vóru 33 akfør við hendan túrin, sigur Áki Jespersen, ferðafólkaleiðari á Smyril Line.
Tey á Smyril Line leggja seg sum vera man nógv meira eftir hesum marknaðinum, nú møguleikarnir eru so góður.
Størsta talið av húsvognum, sum fluttir eru við Norrönu verður í morgin, tá Norröna fer til Íslands, tá 104 slíkir vognar verða við. Umframt teir, sum komu við Norrönu í gjár, koma eisini fleiri við úr Bergen.
Norröna kann taka til samans 800 persónbilar. Tá húsvognar eru ímillum, verður talið sjálvandi nakað lægri. Skipið flytur eisini nógvan farm, men tíðin, tá bilar standa eftir, er farin ? í øllum førum nakað framyvir ? sigur Áki Jespersen.