Hin 1. januar byrjar Jens Sivar Djurhuus sum hallarleiðari hjá Vágs kommunu.
Jens Sivar er 53 ára gamal og búsitandi í Vági.
- Seinastu árini hevur hann verið sjálvstøðugur vinnurekandi og portørur.
- Jens Sivar Djurhuus tekur yvir eftir Davið Hafsteinsson, sum hevur verið fyribils settur.
Í Vágs kommunu siga tey, at seks umsóknir vóru til hallarleiðarastarvið.











