155 eru nú smittað í Grønlandi

Smittutølini í Grønlandi eru í løtuni meira enn tvífalt so stór sum í Danmark.

 

 

 

Seinasta samdøgur eru 12 nýggir koronu-tilburðir staðfestr í grønlendska høvuðsstaðnum, Nuuk.

 

Millum tey kannaðu eru nú tvey prosent smittað. Til samanburðar kann nevnast, at smittutalið í Danmark í løtuni liggur á 0,96 prosentum.

 

Samlaða talið av aktivt smittaðum í Grønlandi er nú 155. Ein sjúklingur, sum hevur verið innlagdur, er nú útskrivaður.

 

Tað vóru 600 koronu-kanningar gjørdar í Nuuk seinasta samdøgur.

 

Tey 12, sum vórðu funnin smittað í Nuuk seinasta samdøgur, vórðu funnin í tilsamans 600 koronu-royndum.

 

Landslæknaembætið í Grønlandi veit at siga, at tey flestu, sum eru vorðin smittað seinasta samdøgur, hava havt samband við kendar smittukeldur.

 

- Men, tað eru eisini smittað, har vit ikki kenna smittukelduna, siga tey í landslæknaembætinum.

 

Aldurin á teimum, sum vórðu staðfest smittað seinasta samdøgur, var hesin: Ein persónur var eldri enn 50 ár, sjey vóru millum 30 og 49, tvey millum 18 og 29 og tvey eru 14 ára gomul.