Ferðing
Rógvi Nybo
rogvi@sosialurin.fo
Seinast í august og fyrst í hesum mánaðinum var landsstýrismaðurin í uttanríkismálum, Jørgen Niclasen, saman við Hákun J. Djurhuus og Jóannes V. Hansen, á tænastuferð í fýra ymiskum smátjóðum.
Tær smátjóðirnar vóru Liktinstein, Andorra, San Marino og Luksemborg. Ørindini vóru at hitta starvsfelagar landstýrismansins í uttanríkismálum og á fundum teirra millum at umrøða støðu smátjóða í Evropa mótvegis ES.
Farið varð úr Føroyum mikudagin 26. august og komið var heimaftur til Føroyar týsdagin 8. september.
Í sama tíðarskeiði hevði landsstýrismaðurin í uttanríkismálum eisini onnur arbeiðsørindi í útlondum, og tí eru partar av ferðaútreiðslunum tengd at teimum ørindunum, upplýsir Uttanríkisráðið.
Flogið varð ur Føroyum til Keypmannahavnar og haðani til Zurich, har gist var á hotelli. Úr Zurich var flogið til Barcelona og gist var á hotelli í Andorra. Úr Barcelona var flogið til Rimini og gist var á hotelli í San Marino. Úr Rimini gekk leiðin til Wien, og úr Wien víðari til Luksemborg, har gist var á hotelli. Úr Luksemborg varð ferðast til Brússel, har onnur arbeiðsørindi vóru, og haðani var flogið til Keypmannahavnar og víðari til Føroyar.
Samlaði kostnaðurin fyri tænastuferðina hjá landsstýrismanninum í uttanríkismálum og hinum báðum í fylginum vóru sambært teimum tølum, Uttanríkisráðið hevur latið okkum, fyri ferð, uppihald, dagpengar, luttakaragjøld og annað, 157.767 krónur.
Umráðandi at knýta sambond
Uttanríkisráðið segði millum annað soleiðis í tíðindabrævi eftir ferðina.
Endamálið við fundunum var at umrøða felags avbjóðingarnar, sum Føroyar og hesar smátjóðir hava í mun til ES og teirra evropapolitikk.
- Eg haldi, at tað er sera týðandi fyri framtíðarstøðu Føroya í Evropu, at vit hava tikið upp samband við hesar smátjóðir á fyrsta sinni. Hóast londini á mongum økjum eru ymisk, hava vit eisini líkheitir. Liktinstein, San Marino og Andorra eru øll uttanfyri ES, og tey ynskja framhaldandi at vera uttanfyri ES, sigur Jørgen Niclasen
Jørgen Niclasen sigur víðari, at tey hava tó tað til felags við okkum, at tey ynskja tættari samstarv við ES, eitt nú um tey fýra frælsini. Sjálvur haldi eg, at smátjóðirnar kunnu læra av royndunum hvør hjá øðrum og við at hava dialog okkara millum, kunnu vit eisini taka lut í kjakinum í Brússel um framtíðarstøðuna hjá smátjóðum í evropiska bygnaðinum.
Londini hava avtalað at halda tættari samband, eisini var umrøtt at halda eina ráðstevnu um hetta í Føroyum til várs.
Á fundunum hava uttanríkisráðharrarnir eisini umrøtt umhvørvisspurningar og tvískattasáttmálar. Øll londini hava stóran áhuga í at fáa í lag tvískattasáttmálar við Føroyar, og samráðingar um hetta eru við Fíggjarmálaráðið.