Ikki færri enn 157 føroyingar vilja sleppa at súkkla við Team Rynkeby Føroyar til París næsta summar. Tað er greitt, eftir at freistin at søkja um at sleppa á liðið var úti í gjár, og tað eru enn fleiri enn umsøkjararnir til súkklingina í ár, tí tá søktu 140 um at sleppa við.
Um tvær vikur ella so er greitt, hvørji av teimum 157 eru so heppin, at tey sleppa við á 1.200 kilometra langa súkklutúrin, sum í ár gekk úr “Rynkeby” í Klaksvík umvegis Norrönu og allan vegin til París.
Tey, sum søkja um at sleppa við sum súkklarar, skulu skrivliga grundgeva fyri, hví júst tey eiga at fáa møguleikan, og tí skal stýribólkurin hava eitt sindur av tíð til at gjøgnumganga allar umsóknirnar.
Endamálið við hesi longu súkkluferðini hjá Team Rynkeby Føroyar til París er at stuðla børnum við krabbameini og familjum teirra.
Trýst á pílin undir myndini fyri at hoyra samrøðu við Aksel Haraldsen, sum er eitt av fólkunum aftan fyri Team Rynkeby Føroyar.