16 ár og yngri ókeypis

FSF hevur gjørt av, at børn og ung undir 17 ára aldur sleppa ókeypis inn, tá Føroyar og Litava spæla A-landsdyst á Svangaskarði í morgin. Dysturin móti Litava er seinasti undankappingardysturin á heimavølli í ár, og verður fyrsta sparkið blást ígongd klokkan 17.15. Tveir tímar undan hesum byrjar forsølan, og kosta atgongumerkini fyri vaksin 150 krónur, skrivar FSF á heimasíðu sínari.