Týsdagin skrivaði 16 ára gamli Mattias Weihe Joensen undir sáttmála við B36. Í dag var hann fyri fimtu ferð á næstbesta B36 liðnum, sum tíðliga seinnapartin hevði vitjan av EB/Streymi.
B36 vann 6-0, og Mattias Weihe Joensen var tvífaldur málskjútti. Hetta vóru fyrstu málini, sum hann hevur skorað á næstbesta B36 liðnum.
Trivaligi sigurin ber við sær, at B36 tók seg longri frá hóttanini av niðurflyting. B36 er á sjeynda plássi við 21 stigum. EB/Streymur er aftast við 12 stigum.
Sandri Færø setti hol á, tá ið smáir tíggju minuttir vóru farnir, og miðskeiðis í fyrra hálvleiki økti Niels Johnsson til 2-0. Hálvur tími var farin, tá ið Mattias Weihe Joensen økti til 3-0, og so var friður, til tað restaði eitt korter.
Tá økti Heini í Skorini til 4-0, átta minuttir undan leikloki var Mattias Weihe Joensen aftur uppá spæl og so var 5-0, og í tíðini, sum dómarin legði aftrat, staðfesti Jonas Warner tennisúrslitið – 6-0 til B36.
B36 venjarin í bestu deildini, Jákup á Borg, varð skiftur inn miðskeiðis í seinna hálvleiki.
Hjá BEB/Streymi var Rói H. Olsen tann einasti á liðnum, sum ofta hevur verið á listanum hjá besta liðnum í ár.