16 síður um Planet Awards 2009

Í Sosialinum, sum kemur út á gøtuna í dag, eru 16 síður um Planet Awards 2009.

Til ber at lesa um tey mongu tilnevndu, og um skránna fyri kvøldið í REX.

 

Eisini eru samrøður við bólkar, sum undanfarnu ár hava vunnið eina Planet Heiðursløn, og teir greiða frá, hvussu hesin heiður hevur ávirka teirra tónlistarliga lív.

 

Tú kanst lesa um móta, og fáa insperatión um hvat tú skalt lata teg í 27. desember.

Og høvuðsdómarin í dómspanelinum í ár sigur sína hugsan, um árið sum fór.