160 hvalir í Vágum

.

Hetta vikuskiftið vóru grindaboð tríggjarferðir, men tað var bara í Vágum, at tað veruliga bar til.

Ein grind varð rikin inn móti Vestmanna fríggjadagin, men har kom einki burtur úr, tí tað var illveður.

Leygarmorgunin varð aftur ein grind út fyri Leynum, men hon fór. Tó vórðu fimm hvalir dripnir á sandinum. Fýra av hvalunum fóru til Landssjúkrahúsið og aðrar stovnar.

Sunnudagin seinnapartin varð ein grind funni hálvan fjórðing úr Presttanga.

Grindin varð rikin inn á Miðvág, har hon varð goymd í nakrar tímar. Drápið byrjaði kl. 19.10, og kl. 19.49 var liðugt. Alt gekk væl, verður sagt. Nakað gjørdi landgongd.

Merkir vórðu 160 hvalir, tilsamans 985 skinn.

Drápspartarnir vóru 500, og teir vóru hálvt skinn hvør.

Haraftrat varð býtt í heimapartar til alt grindaøkið, Vágoynna, Vestmanna og Kvívíkar kommunu og til Saksunar.

Ætlanin er, at ein grind, sum kemur á Miðvág, skal merkjast og rekast útaftur. Tað varð ikki gjørt við hesa grindina, tí tað ar hon ov stór til.