160 milliónir til føroyskar bøndur

- Uppá stutta tíð hevur Búnaðargrunnurin latið føroyskum landbúnaði 168 milliónir krónur. Og nógv tað mesta er farið at at stuðla bøndrum við mjólkneytum.

Tað staðfestir Sjúrður Knudsen, stjóri í Búnaðargrunninum.

Hann vil als ikki kennast við negativu myndina, bøndur hava málað av Búnaðargrunninum seinastu tíðina.

- Tað verða sanniliga gjørdar íløgur í føroyskan landbúnað. Hesi seinastu árini eru stórar íløgur gjørdar í fleiri fjós, umframt nógvar aðrar íløgur, har tíverri ikki allar tó hava givið bøndunum størri avkast, sigur hann í brævi, sum kann lesast í teiginum Lesarabrøv, longur niðri her á síðuni.

 

- Búnaðargrunnurin er høvuðsfíggjari í fleiri av hesum verkætlanum, sigur hann.

 

- Nýliga eru harafturat stórar upphæddir játtaðar úr grunninum. Í 2011 vórðu í rundum tølum 80 milliónir krónur játtaðar yvir 10 ár í felagspulju, harav meginparturin fer til veltistuðul.

 

- Í ár eru 25 milliónir krónur játtaðar yvir seks ár í stráfóðurstuðuli. Báðar hesar upphæddirnar stuðla sostatt beinleiðis mjólkaframleiðsluni.

 

- Og tað sama gera tær 52 milliónir krónurnar í útistandandi skuld, sum grunnurin júst hevur fingið loyvi frá Løgtinginum at avskriva.

 

- Umframt hetta, hevur Løgtingið í ár játtað seks milliónir krónur úr Búnaðargrunninum til Koltursverkætlanina og fimm milliónir krónur til Búnaðarstovuna til viðlíkahald.

 

Stjórin í Búnaðargrunninum sigur, at tilsamans gevur hetta í rundum tølum 168 milliónir krónur, sum upp á stutta tíð eru latnar úr Búnaðargrunninum, og nógv tann størsti parturin fer sum nevnt beinleiðis sum stuðul til mjólkaframleiðsluna.

 

Les annars grein, hann hevur skrivað undir Lesarabrøv, longur niðri á síðuni.