1687 nýggir tilburðir í Noregi

Seinastu vikuna hava smittutølini verið rættiliga høg, og týsdagin í vikuni setti Noreg nýtt met í smittu við 1785 skrásettum covid-19 tilburðum.

 

 

Nú farið er um midnátt í Noregi, eru nýggjastu koronu-tølini í landinum kunngjørd.

 

Tey siga, at Noreg hevði 1687 nýggjar smittutilburðir seinasta samdøgur.

 

Tað er 283 tilburðir fleiri enn miðaltalið av tilburðum seinastu sjey dagarnar, sum er 1404.

 

Smittutølini í landinum eru veksandi, og 95 kommunur í Noregi hava í løtuni veksandi smittu.

 

Seinastu vikuna hava smittutølini verið rættiliga høg, og týsdagin í vikuni setti Noreg nýtt met í smittu við 1785 skrásettum tilburðum.

 

Í løtuni liggja 88 fólk á norskum sjúkrahúsum við covid-19, og samlaða talið av deyðum er komið upp á 822.