Tað kann gerast kostnaðarmikið, um tú koyrir bil uttan koyrikort. Minsta bótin fyri at koyra bil við ongum førarakorti er nevniliga 5000 krónur.
Tá løgreglan steðgaði einum bili í Havn í nátt, vísti tað seg, at førarin var bert 17 ára gamal og tískil var ov ungur at koyra bil.
- Enn er ógreitt, hvør átti bilin, og hvar unglingin hevði fingið fatur í lyklunum. Maðurin var edrúur, og hann hevði ongan skaða gjørt við bilinum.
Vaktleiðarin visti í morgun at siga, at minsta bót fyri slíkt brot á ferðslureglurnar er 5000 krónur, og hetta verður helst bótin, sum hin 17 ára gamli fær.
Umstøður kunnu tó gera, at bótin verður nakað minni. Gongur drongurin í skúla - ella hann hevur lítla ella onga inntøku, kann bótin gerast minni.
Men, sektin kann eisini gerast størri enn hesar 5000 krónurnar.
- Sjálvandi verður málið kannað nærri, har finnast skal fram til, hvussu ungi maðurin hevði fingið fatur á lyklum og bili.
Ert tú ov ungur at koyra bil, kann koyrikortið í ringasta føri verða útsett, men tá skal tann, sum hevur koyrt, helst hava framt onnur brot í ferðsluni eisini.
- Talan kann vera um, at viðkomandi hevur koyrt við kenning, hevur koyrt á annan bil ella fólk ella hevur framt onnur brot, sigur vaktleiðarin.