Bjørgfinnur hevur lært í tvey ár hjá PW í Gøtu. Hann byrjaði at læra 1. september í 2004. Petur Eirik Djurhuus er lærumeistari hjá honum. Bjørgfinnur hevur enn tvey ár eftir, áðrenn hann verður útlærdur. Tey síðstu tvey árini verður hann so leiðari í handlinum á Skála.
Petur Eirik Djurhuus eigur handilin saman við Hans Jørgen Djurhuus. Hesir báðir hava allarhelst stórt álit á unga gøtumanninum, tá ið teir seta hann í slíkt týdningarmikið starv.
Bjørgfinnur er júst komin aftur úr Ísrael, har ið hann var við einum toymi hjá Heimamissiónini. Heimafturkomin byrjaði hann í nýggja starvinum.
- Eg haldi, at tað hevur gingið væl higartil. Men eg havi einans verið í starvinum í ein mánað, sigur Bjørgfinnur.
Áðrenn hann fór til Ísraels, arbeiddi hann í PE í Havn, har ið hann skuldi fyrireika seg til leiðarastarvið á Skála. Har fekk hann góðar royndir, og hann sá, hvussu tað er at vera leiðari.
- Útbúgvingin gongur fram ímóti, at tú kanst vera leiðari, so tað er gott, at eg longu nú eri settur í starv sum leiðari, tí at so fái eg góðar royndir.
- Eg rokni við, at síðstu tvey árini í læru verða hugaligari, tí at eg havi fingið meira ábyrgd, og starvið er spennandi, sigur Bjørgfinnur.
Roknaði við at gerast maskinmeistari
Bjørgfinnur er næstyngst av sjey systkjum. Hinir beiggjarnir er allir handverkarar ella maskinmeistarar, og tað hevði Bjørgfinnur eisini væntað skuldi gerast hansara yrki.
- Eg roknaði við, at eg fór at læra til maskinmeistara. Ikki endiliga tí, at eg tímdi tað so væl, men heldur fyri at fylgja í fótasporunum á beiggjunum. Tá ið eg byrjaði at arbeiða hjá PW, var eg heilt ungur, og eg byrjaði við skilja fløskur. Tað var ikki so hugaligt, men við tíðini fekk eg aðrar uppgávur, og tá ið eg var liðugur í 9. flokki, spurdi Petur Eirik meg, um eg kom at læra. Eg hugsaði leingi um tað, og eg valdi at fara í læru.
Bjørgfinnur byrjaði longu eftir 9. flokk at læra, tá ið hann einans var 15 ár. Hann tekur FHS yvir trý ár, meðan hann lærir.
Leiðarin yngstur á arbeiðsplássinum
Bjørgfinnur viðurkennir, at tað kendist eitt sindur løgið at byrja sum leiðari á so ungum aldri.
- Serliga áðrenn eg byrjaði í starvinum, hugsaði eg eitt sindur um tað, men øll hava tikið væl ímóti mær, og tað hevur gingið væl, sigur hann.
Tá ið Bjørgfinnur byrjaði sum leiðari, var hann yngstur av starvsfólkunum í handlinum.
- Tað mátti eg gera okkurt við, so nú hava vit sett ein fløskudrong, sum er yngri enn eg. So nú eri eg næstyngst, sigur Bjørgfinnur flennandi.
Leiðari við ætlanum
Tú kanst kanska hugsað, at ein so ungur leiðari ikki torir at taka stórar avgerðir, og einans letur handilin koyra í tí gamla sporinum, men soleiðis er ikki hjá Bjørgfinni:
- Vit umskipa alt lagrið beint nú. Veggirnir skulu málast, og ymiskt annað skal eisini gerast. Eg havi eisini gingið runt í handlinum og lagt onkra vøru umaftur. Vit leggja dent á at hava ein reinan handil, har ið fólk fáa tað, tey hava brúk fyri til ein rímiligan prís. Eisini vilja vit leggja dent á góða service og at hava fitt, blíð starvsfólk, so at øll kunnu kenna seg væl, sum koma inn her. So fari eg eisini at royna at fáa tølini betur. Tað er stór kapping við handilin á Strondum og handlarnar hinumegin fjørðin. Vit fáa ikki keypt so nógv inn, sum til dømis Bónus, men vit royna at hava ein rímiligan prís, sigur Bjørgfinnur.
Hann letur væl at nýggju starvsfeløgunum hjá sær.
- Starvsfólkini í handlinum eru røsk, og tey eru sera fitt. Tey hava tikið væl ímóti mær, og tað ger eisini mína uppgávu lættari.
Arbeiðsuppgávurnar hjá Bjørgfinni umfata alt tað vanliga hjá einum leiðara. Tó verður alt bókhaldi gjørt í Havn. Annars rekur hann handilin við fríum teymum.
- Eg keypi inn og havi ábyrgd av, at alt gongur væl. Men um vit skulu gera onkra stóra íløgu, spyrji eg sjálvandi Petur Eirik fyrst. Tað er eisini gott at hava ein lærumeistara, sum eg kann spyrja.
- Ein vanligan morgun byrji eg við at fara inn á kontórið aftanfyri handilin og geri ymiskt har. Nógv tíð verður nýtt til at tosa í telefon. Telefonin kimar eitt sindur meira, síðani eg eri vorðin leiðari. Men eg eri eisini úti í handlinum og siti við kassan. Mær dámar væl at koma í samband við kundarnar, sigur Bjørgfinnur.
Virkin í Kelduni
Bjørgfinnur kennir seg ikki fremmandan, sjálvt um hann er vorðin leiðari í einum handli, sum ikki er í hansara heimbygd.
- Eg kenni nógvar av kundunum, tí at eg eri hálvur strandingur. Summi kenni eg eisini frá Kelduni, har ið eg gangi. Tí kenni eg meg ikki heilt fremmandan.
Sum sagt var Bjørgfinnur í Ísrael við einum toymi í summar. Hann er annars sera virkin í kristiligum arbeiði.
- Eg geri ikki nakran ítrótt. Ein stóran part av mínari frítíð nýti eg inni í Kelduni í Skálafirði, har ið eg gangi.
Bjørgfinnur hevur ætlanir um at fara á bíbliuskúla, tá ið hann verður útlærdur.
- Eg kundi hugsað mær at farið á DTS, sum er ein bíbliuskúli, sum YWAM skipar fyri. YWAM hevur bíbliuskúlar um allan heim, men eg veit ikki heilt, hvar ið eg skal fara. Systir mín hevur verið á einum bíbliuskúla á Hawaii, so kanska eg fari har ella kanska Avstralia, sigur Bjørgfinnur.
Dreym um egnan handil
Longur fram í tíðina hevur Bjørgfinnur ikki lagt nakrar ítøkiligar ætlanir. Tað er tó sannlíkt, at hann verður verandi í handilsverðini.
- Eg fái at síggja, hvat eg geri. Nú læri eg innan ketuna hjá PE, og eri vorðin góður við navnið, so tað kann henda, at eg haldi fram her. Men eg havi ein dreym um at opna egnan handil einaferð í framtíðini. Við hesum starvinum fái eg nakrar royndir, og eg gerist helst eisini klókari uppá, hvat eg vil, sigur dámligi gøtumaðurin at enda.