Filmaðu bardaga heldur enn at skilja sundur

Løgreglan hevur skrivað fleiri frágreiðingar til sosialu myndugleikarnar um drukkin ung fólk í býnum í nátt

Mentunarnátt í Havn Mynd: Álvur Haraldsen

Um midnáttarleitið fekk løgreglan fráboðan um, at  nøkur ung fólk vóru farin til hendurs í miðbýnum í Havn. Av teimum fáa eini trý eina heilsan frá politinum við bót fyri brot á skilhaldsreglarnar.

Talan var um ungar gentur, sum lógu og tókust á vegnum og royttu hvørja aðra. Tað sum undrar vaktleiðarin á politistøðini er, at fólk standa bara og hyggja. Í staðin fyri at skilja hesi ungu fóklini sundur, so taka tey heldur fram fartelefonir fyri at filma hendingina.

Talan var um ungfólk millum 15 og 18 ár. 

– Sjálvandi eiga fólk at ringja eftir løgregluni í slíkum førum, men heldur enn at filma slíkt so eiga fólk heldur at royna at steðga teimum, sigur vaktleiðarin.

Nógv fólk vóru í býnum, men størsta avbjóðingin hjá løgregluni hevur verið tey nógvu ungu fullu fólkini.

Eini 5-6 ferðir hevur løgreglan koyrt ung fólk til hús, sum hava verið ov drukkin, og tað undrar løgregluna, at so nógv ung fólk eru so drukkin.

Umframt tað, so tók løgreglan um hálvgu eitt tíðina ein bilførara fyri at koyra ávirkaðan av rúsdrekka.

 

 

Mentunarnátt í Havn Mynd: Álvur Haraldsen