17 ára gamal hongdur í Iran

Í Iran hava myndugleikarnir tikið ein 17 ára gamlan drong av døgum. Hann varð hongdur fyri at hava myrt ein ítróttarmann, sum sambært iransku fjølmiðlunum hevði heiti sum sterkasti maður í Iran.

Amnesty International hevði biðið iransku myndugleikarnar veita tí 17 ára gamla Alireza Molla-Soltani grið, men kortini bleiv deyðadómurin fullførdur í býnum Karaj, sum er vestan fyri høvuðsstaðin Teheran. Avrættingin var almenn, og ein stór mannamúgva var og hugdi at, meðan trygdarhermenn vóru sendir á staðið at forða fyri mótmælum og ófriði, skrivar tíðindastovan Irna.

Í mótmæli sínum vísti Amnesty International á, at Iran er millum londini, sum hava skrivað undir barnasáttmálan hjá ST, og at landið tí hevur bundið seg eina reglu, sum sigur, at børn undir 18 ár skulu ikki takast av døgum. Men iranska ákæruvaldið svaraði, at drongurin var átrúnaðarliga búgvin, og at hann var meiri enn 18 ár.