18 ára gamli Luitjen koppaði favoritti

Talv: Umdystur verður í morgin. Tað var stórt drama á síðsta leikdegi í FM-kappingini í talvi í dag. Endin var, at tríggir gjørdust javnir í oddanum í Landsliðsbólkinum, og teir fara í morgin at telva umdyst um FM-heitið.

18 ára gamli Luitjen Akselsson Apol koppaði favorittinum Høgna Egilstoft Nielsen í síðsta umfari á Giljanesi í dag. Nú verður umdystur millum Luitjen, Høgna og Rógva í morgin.

Tað vera brøðurnir Rógvi og Høgni Egilstoft Nielsen og Luitjen Akselsson Apol, sum fara undir avgerandi FM-tríumdyst í morgin leygardagin.

 

Við svarta fólkinum eydnaðist Luitjeni í longum talvi, sum vardi útivið fimm tímar, at basa Høgna Egilstoft Nielsen. Rógvi Egilstoft vann á Terja Petersen, og so endaðu allir tríggir javnir.

 

Í FM-umdystinum í morgin telva allir tvær ferðir hvør móti øðrum í kviktalvi, tað merkir, at hvør hevur eitt korter í part til talvið. Byrjað verður klokkan 14.

 

Landsliðsbólkurin (síðsta umfar):

 

Høgni - Luitjen 0 - 1

 

Terji - Rógvi 0 - 1

 

Ingi - Hans Kristian 0 - 1

 

Einar - Torkil 1 - 0

 

Endaliga støðan (landsliðsbólkurin)

 

Luitjen Akselsson Apol, HT 5½ stig

 

Høgni Egilstoft Nielsen, ST 5½

 

Rógvi Egilstoft, ST5½

 

Ingi Wiberg, ST 3

 

Torkil Nielsen, ST 2½

 

Terji Petersen, KTF 2

 

Einar Gregersen, KTF 1½

 

Almenni bólkurin

 

Vinnari í almenna bólkinum gjørdist Elias Petersen úr Havnar Telvingarfelag. Við góðum spurti yvirhálaði hann Rók Davidsen úr Klaksvíkar Talvfelag, sum fekk eina flúgvandi byrjan. teir endaðu javnir, men Elias vinnur við betri mótstøðustigum. Í almenna bólkinum er ikki umdystur, um tað stendur á jøvnum í oddanum.

 

Topp 3

 

1. Elias Petersen, HT 6

 

2. Rókur Davidsen, KTF

 

3. Eyðun Lamhauge, Kongshavnar Talvfelag 4½

 

Í alt 17 telvarar

 

Søguligur sigur

 

Í unglingabólkinum vann 9 ára gamla Lisa J. Xin úr Havnar Telvingarfelag. Hon var einsamøll genta í flokkinum, og vann. 

 

Hon er samstundis yngsti FM-vinnari í unglingabólkinum. 

 

Olaf Berg var 12 ára gamal, tá hann vann unglingameistaraheitið í 1999.

 

9 ára gamla Lisa J. Xin úr Havnar Telvingarfelag. Yngsti unglingaføroyameistari í talvi nakrantíð. 

 

Unglingar - topp 3

 

1. Lisa J. Xin, HT 6 stig

 

2. Hanus á Lógv, KTF 5

 

3. Bogi á Kósini, KTF 5

 

Í alt 16 telvarar.

 

Veteranar

 

Kappingina fyri veteranar vann Henrik W. Joensen úr Kongshavnar Talvfelag. Hann fekk 5½ stig. Nummar tvey var Sigurð B. Justinussen úr Havnar Telvingarfelag við 5 stigum, og nummar  trý var Jónfinn Thomsen úr Sandavágs Talvfelaf við 4½ stigi.

 

Talváhugað fara ivaleyst at fylgja við aftur í morgin, tá umdystirnir koma fyri. Fylgjast kann við leik fyri leik á heimasíðu Talvsambandsins: faroechess.com.

 

18 ára gamli Luitjen Akselsson Apol koppaði favorittinum Høgna Egilstoft Nielsen í síðsta umfari á Giljanesi í dag. Nú verður umdystur millum Luitjen, Høgna og Rógva í morgin.