Greitt er, at Starvsmannafelagið stendur ikki einsamalt í verkfallsstríðnum. 18 feløg hava nevniliga lyst fullan samhuga við limum Starvsmannafelagsins, og nokta hesi tískil limum sínum at taka upp verkfallsrakt arbeiði.
Feløgini, ið syna samhuga, eru:
Sjúkrasystrafelag Føroya
Føroya Sjúkrahjálparafelag
Økonomafelag Føroya
Yrkisfelag studentaskúla- og HF-lærara
Ljósmøðrafelag Føroya
Føroya Pædagogfelag
Ergoterapeutfelagið
Føroyskir Sjúkrahúslaborantar
Føroya Pleygarafelag
Apoteksassistentsfelagið
Føroyskir Fysioterapeutar
Føroya Tekniska Lærarafelag
Føroya Postfelag
Klaksvíkar arbeiðsmannafelag
Føroya Skipara- og Nevigatørfelag
Føroya Arbeiðarafelag
Hugsast kann, at hesin listin gerst enn longri, tí líkindini fyri, at fleiri feløg fara at syna Starvsmannafelagnum sín samhuga synist stórur.