Í Japan hevur áhaldandi regn elvt til vatnflóð og skriðulop, og sambært myndugleikunum hava minst 19 fólk latið lív. Átta fólk eru ikki komin afturíaftur.
Fjølmiðlarnir siga, at minst 100 hús eru oyðiløgd.
Tað regnar ikki so illa í Japan í dag, men veðurstovan í Tokyo sigur, at á Kyushu-oynni fer tað at regna illa seinnapartin og helst líka illa sum í gjár.