19 færri arbeiðsleys

Fyrsta ársfjórðing í ár kvinkaði arbeiðsloysið í Føroyum niðureftir. Tað vísir ein uppgerð, sum Hagstovan hevr gjørt yvir arbeiðsloysið í landinum.

Uppgerðin vísir, at í mars vóru 19 færri fulltíðar arbeiðsleys enn tað vóru í januar

Í mars vóru 2005 fólk fulltíðararbeiðsleys.

Tað eru 19 færri en í januar.

Í prosentum, var arbeiðsloysið 7,3 prosent í mars og tað er ein minking uppá 0,6 prosent stig aftur ímóti februar mánað.

Fyrsta ársfjórðing í ár hevur arbeiðsloysið sum heild verið 6,6.

Av teimum 2005 fólkunum, sum vóru fulltíðararbeiðsleys í mars, vóru 1.008 mannfólk og 997 konufólk.

Hagstovan sigur, at orsøkin til, at arbeiðsloysið vaks so brádliga um ársskiftið er uttan iva, at Fiskavirking fór á húsagang.

Strikumyndin vísir gongdina í arbeiðsloysinum seinastu árini,

Tann ovasta strikan er arbeiðsloysið sum heild, tann ljósagrøna strikar eru arbeiðsleys mannfólk og myrkagrøna strikan er arbeiðsleys konufólk.

Strikumyndin vísir eisini, at fram til ársskiftið 2009, vóru tað sum heild fleiri konufólk arbeiðsleys, enn tað eru mannfólk, men tann gongdin er bryoytt síðani, tí nú eru tað fleiri mannfólk, sum eru arbeiðsleys, enn tað eru konufólk.