18 landslið eru klár til HM-endaspælið í manshondbólti.
HM-endaspælið verður leikt í Týsklandi, dagarnar 13. til 31. januar í 2027.
Vertsbýir eru Köln, München, Kiel, Hannover, Magdeburg og Stuttgart. Í Kiel og Hannover er talan um heimavallirnar hjá liðunum hjá Eliasi Ellefsen á Skipagøtu og Vilhelmi Poulsen, THW Kiel og Hannover-Burgdorf.
Millumumførini vera leikt í Hannover og Köln. Avgerandi dystirnir vera leiktir í Köln.
Liðini sum longu eru klár til HM-endaspælið eru:
Evropa: Týskland, Danmark, Kroatia, Ísland, Portugal, Svøríki.
Afríka: Egyptaland, Tunesia, Grønhøvdaoyggjar (Kap Verde), Algeria.
Asia: Bahrein, Katar, Kuveit, Japan.
Suðuramerika og Miðamerika: Argentina, Brasil, Chile, Uruguay.
Eitt umboð fyri Norðuramerika og Karibia, og eitt umboð fyri Kyrrahavsøkið, og tvey lið sum koma við upp á eitt sonevnt "Wild Card" skulu eisini við til HM. Harumframt koma 10 lið aftrat úr Evropa, ið mugu spæla Play Off dystir um rættin at kappast í HM-endaspælinum. Tað er altjóða hondbóltssambandið, IHF sum avger hvørji tvey lið sleppa við til HM-endaspælið upp á eitt "Wild Card".
HM Play Off dystirnir í Evropa, ið vera leiktir dagarnar 13. til 17. mai vera hesir:
Kosovo/Bosnia Hersogovina-FØROYAR
Finnland/Montenegro-Slovenia
Ukraina/Slovakia-Norðurmakedonia
Kekkia-Frakland
Sveis-Italia
Serbia/Litava-Ungarn
Spania-Georgia/Ísrael
Noreg-Turkaland/Rumenia
Eysturríki-Pólland/Lettland
Grikkaland/Belgia-Niðurlond











