Smyril ger broytingar í morgin og helst eisini hósdagin

Hóast veðrið ikki tykist ringt í dag, so hevur Smyril siglt eftir broyttari ferðaætlan, og tað hevur hann gjørt í longri tíð.

 

Frágreiðingin er, at ættin er ikki góð, og ávirkar hetta siglingina um Suðuroyarfjørð.

 

Boðað er frá, at eisini í morgin eru broytingar á leiðini hjá Smyrli um Suðuroyarfjørð, og væntast kunnu eisini broytingar hósdagin.

 

Ssl.fo boðar soleiðis frá í dag:

 

Fyri veður siglir Smyrli soleiðis mikudagin 4. februar: Av Krambatanga kl. 06:00 Av Havnini kl. 08:45 Av Krambatanga kl. 13.00 Av Havnini kl. 17.00

 

Broytingar kunnu eisini væntast í siglingini hósdagin 5. februar.

 

Meira kunning um siglingina hósdagin verður tøk í morgin á ssl.fo