Hevur tú vónir um, at løgtingið fer at samtykkja, at Suðuroyartunnilin kann fyrireikast, projekterast og bjóðast út?
- Sum suðuroyingur havi eg sjálvandi stórar vónir um, at løgtingið samtykkir Suðuroyartunnilin. Tunnilin er seinasta stóra takið, ið vit sum samfelag eiga at taka, fyri at knýta allar tær stóru oyggjarnar saman.
Tað sigur Bjarni Nygaard, ið starvast sum trivnaðarfólk hjá Tvøroyrar kommunu.
Hann heldur, at tíðindaflutningurin seinastu mánaðirnar hevur verið sera einstáttaður, og fokus hevur stórt sæð einans verið á negativu avleiðingarnar fyri náttúru og landsbúskapin.
- Eg havi ikki sæð nakrar kanningar av, hvat Suðuroyggin kann tilføra búskapinum, hvat landið vil spara við at beina burtur almennar dupultfunktiónir, ið vilja uppstanda, tá fast samband er. Hvørjar tillagingar kunnu eitt nú gerast innan heilsuverkið?
Hvønn týdning heldur tú, at ein Suðuroyartunnil fer at fáa fyri Suðuroynna og Føroyar?
- Tunnilin hevur alstóran týdning fyri Suðuroynna. Vit, sum búgva her, gera tað ikki endiliga, tí tað er so lætt at fáa alt at ganga upp í eina hægri eind. Vit búgva her, tí tað er tað, vit vilja og ynskja. Vit eru góð við oynna og halda, at hon inniheldur so ómetaliga nógv gott – nógv, sum vit eisini kunnu deila við restina av landinum.
Bjarni vísir á, at fast samband hevði latið upp fyri øllum hesum.
- Tað hóast alt stóra vinnulív, sum er í oynni, hevði fingið meira javnbjóðis atgongd til útheimin í mun til nú, har vøra fyrst skal fraktast til Havnar fyri síðan at fara um bryggjukant har.
Hann heldur, at við føstum samband hevði ferðavinnan fingið eina heilt nýggja og serstaka oyggj at bjóða fram fyri útheiminum – ein oyggj, sum tá kundi vitjast við einum biltúri.
- Tunnilin hevði gjørt tað tryggari at liva her, tí tá hevði tú altíð sloppið av oynni, skuldi tørvur verið á tí. Hyggja vit at hinum økjunum, sum hava fingið undirsjóvartunnil, so eru øll vakstrarøkir, og hví skuldi ikki tað sama hent í Suðuroynni? spyr Bjarni Nygaard.
Hevur tú vónir um, at Suðuroyggin hevur fingið fast samband við meginøkið um 10-12 ár?
- Ja, eg havi vónir, men vónir eru sjálvandi tað, tær eru. Tað er sjón fyri søgn, at sera nógvar meiningar eru um Suðuroyartunnilin.
Hann vísir á, at lobbyvirksemið er øgiligt frá øllum pørtum – bæði frá teimum, ið ynskja tunnilin, men so sanniliga eisini frá teimum, ið ynskja hann, har piparið grør.
- Fyri nógv av okkum her suðuri, so tykist tað sum um, at nøkur halda, at tað einans skal satsast upp á meginøkið. Har er eingin trupulleiki at leggja hundraðtals milliónir í verkætlanir, ið sera ofta enda sum byggigølur - við stórum fíggjarligum avleiðingum fyri samfelagið.
##med2##
Og Bjarni leggur í hesum sambandi aftrat:
- Skal okkurt gerast í Suðuroynni, so skal hvør túgva vendast. Serfrøðingar koma bóltandi oman úr hvørjum hamri og króki í landinum. Tað er ikki tað smákykt, fuglar og blómur, ið brádliga kunnu órógvast av hesum ólukku tunli.
Hann endurtekur, at vónin um, at Suðuroyartunnilin verður samtyktur, er har, men hann sær eisini, hvat gongur fyri seg.
- Skelkurin verður ikki ovurhonds stórur, um politikararnir skuffa okkum enn einaferð og fella tunnilin. At politikarar úr Suðuroynni fáa seg til at atkvøða ímóti – ja, tað er mær ótrúligt, sigur Bjarni Nygaard.
Hvørji eru útlitini fyri Suðuroynna, um tað skuldi hent seg, at Suðuroyartunnilin ikki verður samtyktur?
- Útlitini eru ikki góð. Eg arbeiði dagliga við fólkayvirlitinum í mínari kommunu, og fólkatølini eru ikki pen.
Hann sigur seg snøgt sagt ikki hava sæð so keðilig tøl hesi 10 árini, hann hevur fylgt við. Fólkasamansetingin er heldur ikki góð, um hugsað verður um framtíðina.
- Barnafamiljur skulu lyfta arvin eftir teimum eldru, men barnsburðartølini eru negativ so at siga allastaðni her.
Bjarni sigur, at enn er hóast alt ein ávís optimisma um, at tunnilin fer at verða samtyktur, og verður hann tað, ivast hann ikki í, at eftirspurningurin eftir býli í Suðuroynni fer at veksa.
- Tað fer at verða stykkjað út, og húsaprísirnir fara upp. Fellir tunnilin, so hendir tað øvuta. Hús fara kanska framvegis at selja her, men so verður tað, sum vit vanliga síggja, at vælbjargað fólk keypa sær summarhús í oynni – eisini mitt í býnum á Tvøroyri og í Vági, sigur Bjarni Nygaard, trivnaðarfólk hjá Tvøroyrar kommunu.












