197 mio. krónur í halli

Fíggjarlógaruppskotið hjá ABC-samgonguni gevur 197 mió. krónur í halli. Landsstýrið ætlar at leggja avgjald fyri tilsamans 35 mió. krónur á sodavatn og tubbak. Loynifulli skattalættan er eisini á fíggjarlógaruppskotinum fyri 2005

Fyrrapartin hósdagin legði landsstýrismaðurin í fíggjarmálum, Bárður Nielsen, fíggjarlógaruppskotið hjá ABC-samgonguni fyri løgtingið. Úrslitið á fíggjarlógaruppskotinum fyri 2005 gevur eitt hall á 197 mió. krónur. Samlaðu inntøkurnar eru mettar at vera 3 mia. og 461 mio. krónur og útreiðslurnar 3 mia. 657 mío. krónur
Vit endurgeva her nakrar høvuðstættir í frágreiðingina til fíggjarlógaruppskotið 2005 hjá landsstýrismanninum í fíggjarmálum, Bárði Nielsen.

Avgjøld fyri skattalætta
Í frágreiðingini verður sagt, at minkandi virksemi í landinum, minni heildarveiting og ætlaði skattalættin eru høvuðsorsøkirnar, at inntøkurnar hjá landskassanum fyri 2005 lækkaðar sammett við undanfarin ár. Sambært fíggjarlógaruppskotinum verður mett, at inntøkurnar í ár kortini verða á leið tær somu sum komandi ár.
Eins og undanfarna samgongan hevur ABC-samgongan gjørt av leggja nýggj avgjøld á sodavatn og tubakk fyri at økja um inntøkurnar. Ætlanin er skrava 35 mió. krónur saman við at leggja avgjørd á sodavatn og tubbak.
Størsti partur av inntøkum landsins eru skattainntøkur- Landsstýrið metir, at skattainntøkurnar fara at minka við góðum 50 mió. krónum komandi ár. Hetta kemst av einum ætlaðum skattalætta á 60 mió. krónur, og at virksemið í landinum er minkað.

Vøksturin minkar
Komandi ár halda útreiðslurnar hjá tí almenna á við at veksa, men vøksturin er minkaður nógv sammett við undanfarin ár. Rakstarútreiðslurnar økjast við 90 mió. krónum, meðan útreiðslurnar til íløgur minka við 60 mió. krónurm
Samanumtikið verður mett, at útreiðslurnar komandi ár økjast við einum góðum prosenti. Høvuðsorsøkin til vøksturin eru lønarhækkingarnar og hækkingarnar í lógarbundum útreiðslum.
Landsstýrið kann fegnast um, at rentuútreiðslurnar eru minkaðar nógv seinastu árini. Høvuðsorsøkin til tað er, at skuldin hjá landskassanum er nógv minni, enn hon áður hevur verið.

Íløgur minka
Í figgjarlógaruppskotinum hjá ABC-samgonguni er ætlanin at skerja á iløgusíðuni, sammett við fíggjarlógaruppskoti fyri 2004. Á fíggjarætlanini fyri í ár vórðu 270 mió. krónur brutto settar av til íløgur, meðan komandi ár eru 219 míó. krónur játtaðar .
Nettoløguútreiðslan er 182 mió. krónur, tí ætlanin er at selja íbúðarbygningar við Landssjúkrahúsið fyri 30 mió. krónur og gamla Smyril fyri umleið 7. mió. krónur.
Landsstýrið leggur áherðslu á, at størri parturin av íløgunum komandi ár verða virksemisskapandi í Føroyum, og kemur hetta fyrst og fremst av, at íløgurnar til nýggja Smyril, ið verður bygdur í Spania, verða fluttar heim til Føroya.