St. Pauls-kirkjan í London verður full, tá fyrrverandi bretski forsætisráðharrin fer til gravar haðni tann 17. apíl, tí sambært heimasíðuni hjá forsætismálaráðnum hava umleið 2.000 fólk fingið innbjóðing til at fylgja.
Tað eru Thatcher-familjan, bretska stjórnin og tann konservativi flokkurin, sum hava skrivað listan, og á honum eru skyldfólk og vinfólk hjá Thatcher-ættini, tann verandi og fyrrverandi forsætisráðharrar í Bretlandi og tann verandi og fyrrverandi forsetar í USA.
Umboð fyri ættina hjá fyrrverandi suðurafrikanska forsetanum Nelson Mandela fáa eisini innbjóðing. Ikki tí, Mandela fekk ongan stuðul frá Thatcher, tá hann sat fangi á Robben Island. Tvørturímóti metti hon hann sum kommunist og yvirgangsmann og sýtti at taka undir við tiltøkum ímóti apartheidstýrinum.
Ein, sum ikki fær innbjóðing at koma til London at fylgja, er forsetin í Argentina, Cristina Kirchner. Tað váttar talsmaðurin hjá David Cameron, forsætisráðharra. Eygleiðarar siga, at hetta vísir, at viðurskiftini millum Bretland og Argentina eru framvegis spent, eftir at londini vóru í kríggi um Falklandsoyggjarnar í stjórnartíðini hjá Margareth Thatcher fyrst í áttatiárunum.