Ólag hevur verið á flogferðsluni um vikuskiftið og farnu vikurnar. Á Hotel Vágum hava 1.000 fólk verið og etið síðan fríggjadagin, meðan tey hava bíðað eftir sínum flogfari. Tey flestu gistingarhúsini í miðstaðarøkinum hava verið fultsett um vikuskiftið, tí ferðafólk eru ikki sloppin víðari.
Fyrrapartin í gjár, áðrenn blaðið fór til prentingar, skuldu 14 flogfør lenda í Vágunum, og 13 fráferðir vóru á skránni.
Á middegi mánadgain segði Magni Arge, stjóri á Atlantic Airways, við Útvarpið at felagið hevði 2.400 fólk í skipanini, sum skuldu fáast víðari.
Atlantic Airways hevur tískil nógv um at vera við sínum fýra flogførum. Sum skilst flýgur eitt flogfar fasta rutu í Noreg, meðan hini trý røkja ferðaleiðirnar millum Føroyar og grannar okkara. Føroyska flogfelag hevur eisini leigað flogfør til at røkja ávísar rutur. Eitt felag í London røkir leiðina millum Vágar og London, og úr Aberdeen til Vágar flýgur eitt annað felag fyri Atlantic.
Hini trý flogførini røkja rutuna millum Føroyar og Keypmannahavn, og Føroyar og Ísland. Hesi trý flogførini skulu royna at vinna innaftur mistu tíðina og fáa ferðaætlanina í rættlag aftur. Tað merkir, at flogførini komandi nógvu tímarnar noyðast at vera í støðugari flúgving fyri at koma upp undan aftur.
Magni Arge segði við Útvarpið í gjár, at tá komið var út á mánakvøldið, og um veðrið helt sær, so vóru teir komnir væl áleiðis við at fáa øll ferðafólkini til høldar.
--
Myndatekstur: Magni Arge, stjóri í Atlantic Airways, sigur at flogferðslan verður fingið í rættlag skjótast gjørligt, um veðrið heldur sær. Stjórin segði við Útvarpið mánadagin, at teir ongantíð fyrr hava verið úti fyri so nógvum mjórka
Mynd: Álvur Haraldsen