(2/5) Eru vit líka glað ella líkaglað? - Stakir uppihaldarar

Sosialistisk Ung vilja vera røddin hjá minnilutabólkum í Føroyum. Teimum, ið vit meina ikki hava eins góð rættindi, sum meirlutin í samfelagnum. Tí spyrja vit við hesi greinarøð ”Hvør ert tú?” ”Hvussu hevur tú tað í Føroyum?” og ”Hvat skal til fyri at tú trívist í landinum?” Í øðrum parti vilja vit vísa á umstøðurnar hjá einum støkum uppihaldara í Føroyum.

”Vit eru ikki ein trupulleiki, vit eru eitt tilfeingi.” Soleiðis byrjar hon samrøðuna, tá vit hitta hana til eitt prát um støðuna hjá henni sum stakur uppihaldari í Føroyum. Hon er eitt livandi dømi um, at tað loysir seg hjá landinum at stuðla støkum at fara undir útbúgving.

Gunnvá Edvardsdóttir er 39 ára gomul, hon er mamma at tveimum gentum og býr í kjallaraíbúð hjá foreldrunum á Argjum. Hon er útbúgvin námsfrøðingur og starvast sum varaleiðari á dagstovinum á Argjum.

Gunnvá sigur seg uppliva, at fólk halda at tað er ein løgin loysn at velja at búgva heima hjá foreldrunum, og sum mamma at arbeiða fulla tíð. Hon veit, hvat hon vil, og sigur, at tað eru fleiri orsøkir til, at hon býr heima hjá foreldrunum, og at hon arbeiðir fulla tíð. Við at vit búgva heima hjá foreldrunum, kunnu vit og foreldur míni vera ein hjálp hjá hvørjum øðrum. ”Tað, at vit umgangast hvønn annan dagliga og hava brúk fyri hvørjum øðrum, ger, at bæði eg og genturnar hava serliga gott samband við foreldrini hjá mær”. Hon sær eitt stórt virði í hesum, og leggur minni í hvat onnur halda. Gunnvá sigur: ”At vera partur av samfelagnum er at gera tað sama sum hini og kunna tað sama sum hini.” Hon vísir á, at tað sjálvandi er truplari at fáa endarnar at røkka saman við einari inntøku. Tí arbeiðir hon fulla tíð, og harvið hava hon og genturnar størri peningaligt frælsi í samfelagnum Føroyum, ið er eitt dýrt land at búgva í.

Mátti staðfestast óarbeiðsfør
Eingin ivi er um, at vit tosa við ein strembara. Fyri nøkrum árum síðani sá Gunnvá, at skuldi hon hava eitt arbeiði, sum fyri henni gav meining, og skuldi hon klára seg fíggjarliga, varð hon noydd at fáa eina útbúving. Gunnvá byrjaði útbúgvingina, men fekk ikki endarnar at røkka saman, hvørki við tíð ella pengum. Gunnvá greiddi tí Almannastovuni frá, at hon í eitt tíðarskeið hevði brúk fyri peningarligari hjálp, fyri síðani at klára seg sjálva. Fyri at lúka treytirnar fyri at sleppa undir endurútbúgving, varð hon noydd at taka eina roynd hjá einum sálarfrøðingi, so staðfestast kundi, at hon ikki var før fyri at hava eitt arbeiði við síðuna av lesnaðinum. Hetta meinar Gunnvá er burturvið, tí tað sigur seg sjálvt, at tað er sera trupult, tá ein er einsamallur við tveimum børnum at arbeiða við síðuna av lesnaðinum. Eisini skuldi hon lata Almannastovuni síni fíggjarviðurskifti, tí peningur verður latin eftir peningaligu støðuni hjá viðkomandi. Eftir at hetta var gjørt, fekk hon játtandi svar um at fara undir endurútbúgving. Gunnvá vísir á, at tað, at hon hevur fingið eina útbúgving, hevur givið henni eina barlast, ein tryggleika og eina kenslu av, at tað eisini er brúk fyri henni í samfelagnum. Hon meinar, at tað er umráðandi fyri bæði børnini og mammuna, at mamman hevur eitt meiningarfult arbeiði.

Hóast hon hevur fingið eina útbúgving, meinar hon ikki at skipanin er í lagi. At skula staðfesta at tað er okkurt galið við einum, fyri at fáa stuðul til at fara undir útbúgving, er ikki ein nóg góð skipan. Tað kann fyri summum kennast eyðmýkjandi. Gunnvá beyt høvdið av skommini, gjørdi tað, tí hon visti, at tað var einasti vegur fyri, at hon ein dag skuldi megna at uppihalda sær og gentunum.

Tá vit í Sosialistisk Ung spyrja Gunnvá, hvussu støðan hjá henni sum stakur uppihaldari er í Føroyum svarar hon: ”Í dag er støðan góð, men tað hevur hon ikki altíð verið.” Gunnvá heldur, at tað í nógvar mátar er sera trupult at vera stakur í Føroyum, serliga um tú ikki hevur eitt gott bakland. Hon møtist javnan við øðrum kvinnum, ið eru stakir uppihaldarar, og tað er gjøgnumgangandi, at hevur tú ikki gott baklandi, ið kann hjálpa tær, so ert tú á berum. Umframt høga kosnaðarstøðið í Føroyum, er ein hin størsti trupulleikin hjá støkum uppihaldarum, einsporaðu bústaðarviðurskiftini.

Vit í Sosialistisk Ung meina, at vit eiga at síggja hendan trupulleikan í eyguni. Serliga til seinasta val, varð tað ferð eftir ferð víst á, at størsti trupulleikin, hjá støkum uppihaldarum í Føroyum, eru hóskandi bústaðir. Eisini eiga vit at fáa vaksnamannaútbúgvingar, útbúgvingar ið verða stulaðar øðrvísi enn aðrar. Soleiðis eggja vit støkum og vaksnum at fara at útbúgva seg. Vit meina, at hetta hevði verið ein íløga, ið fór at loysa seg í framtíðini. Í dag hevur Gunnvá eina góða útbúgving, eitt spennandi starv og fær ikki longur stuðul frá landinum.

Vit skulu vera líka glað og ikki líkaglað

Í triðja parti vísa vit á umstøðurnar hjá lesandi í Føroyum