2. deild verður 1. deild

FSF ætlar sær nú at taka stigið við sponsor-heitum á kappingunum fult út.
Formula-deildin skal framhaldandi ber sponsor-heiti. Men 2. deild skal nú broyta navn til 1. deild, meðan 3. deild verður 2. deild o.s.fr.
Hetta er ein gongd, sum hevur verið vanlig í øllum grannalondum okkara, og sum skilst, so var talan ikki um tað heilt stóru mótstøðuna, tá spurningurin var reistur á árliga heystarfundinum við feløgini.