2 milliardir kunnu nú læra seg føroyskt

Nýtt læruverk í føroyskum miðar eftir ikki færri enn tveimum milliardum brúkarum kring allan knøttin. Útgávan er nevniliga ætlað øllum, sum duga enskt og finst longu nú lutvíst á netinum?

Herfyri gav forlagið Stiðin út verkið Faroese – A Language Course for Beginners, sum bjóðar ein heilt nýggjan møguleika at læra seg føroyskt umvegis enskt. Verkið, ið er samansett av mállæru, lesibók og fløgu, hóskar bæði til sjálvsnám og undirvísing og kann sostatt nýtast av øllum sum duga enskt, uttan mun til, hvar tey eru stødd á knøttinum.

Eisini føroyska úttalan kann nú lærast, hóast brúkarin ikki er staddur í Føroyum, tí longu nú ber til at taka ljóðfløguna niður av heimasíðuni hjá forlagnum á www.stidin.fo

 

Sermerkt samstarv

Faroese – A Language Course for Beginners, sum nu loysir tað gamla læruverkið í føroyskum hjá Lockwood av, er tíðarbært, gjølla gjøgnumarbeitt og hevur verið í gerð í fleiri ár. Høvundarnir eru tveir doktarar í málfrøði: Hjalmar P. Petersen, sum arbeiðir á universiteti í Hamburg og er doktari haðani, og Jonathan Adams, doktari úr Hull.

Jonathan Adams, ið býr og starvast í Danmark á vísindaforlagnum Dansk Sprog- og Litteraturselskab, var kønur í donskum og svenskum, tá ið hann í 2004 kom til Føroya á fyrsta altjóða summarskeiðið í føroyskum fyri útlendingar á Fróðskaparsetrinum. Hjalmar P. Petersen var lærari á skeiðinum og ein av høvundunum at Faroese, An Overview and Reference Grammar (2004), sum varð brúkt at undirvísa í. Tað var tó greitt, at tørvur var á undirvísingartilfari, ið var skipað sum læruverk við venjingum og møguleika fyri at lurta eftir málinum.

Nakað seinni fóru Jonathan og Hjalmar í holt við at gera mállæru og málvenjingar í føroyskum fyri útlendingar við frágreiðandi teksti á enskum.

Í 2007 varð ljóstak av handritinum við tilfarinum nýtt á altjóða summarskeiðinum, og í 2008 nýtti norðurlendska summarskeiðið á Fróðskaparsetrinum eitt royndarprent.

Meðan tilfarið varð royndarnýtt, varð tað alla tíðina rættað og bøtt varð um tað. Enn var tó eingin fløga gjørd, og saknur var í henni.

Nú eru mállæran og lesibókin við fløgu so útkomnar sum ein heild. Á fløguni eru samrøðurnar í lesibókini lisnar upp, so tað ber til at hoyra málið og samstundis fylgja við í bókini.

 

 

 

 

Framúr gott ummæli

Hóast stutt tíð er liðin, síðani nýggjalæruverkið í føroyskum kom út, ger ein av ensktmæltu brukararnum longu nú vart við seg. Tað er kendi ferðahøvundurin, James Proctor, ið skrivar ensku ferðavegleiðingin til Føroyar, ”The Bradt Guide to the Faroe Islands”, ið gevur Faroese – A Language Course for Beginners framúr gott ummæli.

Hann skrivar millum annað soleiðis:

”Endiliga er tað her! Hetta frálíka skeiðið í føroyskum verður heilt vist ein ómetalig hjálp hjá næmingum, sum royna at læra seg tað mest sermerkta av norðurlendsku málunum.

Fløgan sum fylgir við bókunum, ger tað hartil munin lættari hjá næmingum at fáa greiðu á tí ofta lumpisligu føroysku útaluni”

Sambært James Proctor er hetta skeiðið ikki bara tað besta av sínum slag á marknaðinum, við tað at tað bæði er lætt at seta seg inn í og nútíðarligt.

”Skeiðið hevur eisni góðskustemplið hjá høvundunum, Jonathan Adams og Hjalmar P. Petersen. Jonathan, sum er serfrøðingur í norðurlendskum máli og Hjalmar, sum sum hevur føroyskt sum móðurmál og eisini er lærari í føroyskum, hava savnað sínar dyggu førleikar til at skapa hettar í allar mátar umfatandi skeiðið.

Sum høvundi at einastu enskmæltu ferðavegleiðingini til Føroyar: ”The Bradt Guide to the Faroe Islands” og sum ein, ið leingi hevur stríðst við at læra seg føroyskt, er tað mær ein stór gleði at viðmæla hetta skeiðið – tað er snøgt sagt framúrskarandi”, skrivar James Proctor