2 x H71-Neistin og ÍF-SÍ á FM1 seinnapartin leygardagin

Dystirnir H71-Neistin (SMS) og ÍF-SÍ (meistaradeildin menn) byrja klokkan 14. H71-Neistin (Okkara) byrjar klokkan 16

Seinnapartin leygardagin sigur FM1 beinleiðis frá trimum dystum.

Klokkan 14 siga Sjúrður H. Hoydal og Óli G. Samuelsen frá dystunum: H71-Neistin (SMS-deildin) og ÍF-SÍ (Meistaradeildin menn).

Klokkan 16 sigur Sjúrður H. Hoydal frá H71-Neistin (Okkara-deildin).

Samrøður við umboð fyri H71, Neistan, ÍF og SÍ koma út á in.fo tá dystirnir eru lidnir.

Øll kunnu hoyra dystarfrásagnirnar á www.midlar.fo. Vanligu frekvensirnir hjá FM1 eru FM 88,7, FM 91,7, FM 93,9, FM 95,5 og FM 98,7.