Á øðrum sinni varð skipað fyri stórsteypadysti í hondbólti í farnu viku. Neistin gjørdist vinnari hjá kvinnunum við greiðum sigri á Stjørnuni, meðan H71 vann sannførandi á monnunum hjá Neistanum.
Men sanni vinnarin gjørdist tey, sum njóta gott av gávunum hjá hjálparfelagskapinum »Í menniskjum góður tokki«. Í gjár handaði Rúni Djurhuus, stigtakari til stórsteypadystirnar, Laufey Blaasvær, nevndarlimi í Í menniskjum góður tokki, gávukort á áleið 20.000,- krónur frá Klávus.
Næstan túsund børn fingu jólahjálp
– Hetta kemur ótrúliga væl við, sigur Laufey Blaasvær, tá Rúni Djurhuus handar henni brævbjálvan við gávukortinum í.
– Vit hava lyndi til, at halda at alt er so gott í Føroyum, men tað eru nógvar familjur, sum ikki fáa endarnar á røkka saman, vísur Laufey Blaasvær á.
Tølini hjá felagsskapinum vísa, at heili 444 familjur fingu jólahjálp í fjør. Samanlagt vóru 910 børn í hesum familjunum.
Tølini vísa somuleiðis, at fleiri enn 200 av teimum familjunum hava minni enn 2000,- krónur at liva fyri um mánaðin, tá allar tær føstu útreiðslurnar eru goldnar. Tað svarar til bara 65,- krónur um dagin!
Felagskapurin heldur eisini, at tað er ein stórur tøvur á at fáa ásett ein minsta mark fyri hvussu lítið ein familja skal hava fyri at lívbjarga sær í føroyska samfelagnum.
Tann burturtagdi trupulleikin
Ein stótur partur av trupulleikanum tykist verða, at hann verður tagdur butur. Bæði á politiska pallinum og tí tey, sum einki hava, ikki tora at siga frá. Tey skammast av teirra støðu og tora ikki at traðka fram.
– Vit síggja ikki trupulleikan her sum aðrastaðni. Tú hevur til dømis ikki fólk sum bidda á gøtuni, vísur Laufey Blaasvær á.
Tað er eisini ein trupulleiki, at hesa fólkini, sum hava brúk fyri hjálp, ikki vilja siga frá tí tey eitt nú skammast av støðuni tey eru í.
– Tað er mangan grannar, vinir og familja, sum melda fólk til, sum tey meta ikki megna at fáa endarnar at røkka saman, greiður Laufey Blaasvær frá.
Eg táraði
Tað sigur Rúni Djurhuus um fyrstu ferð hann fekk eyguni upp fyri støðuni hjá fleiri av familjunum í Føroyum.
– Tað var eina ferð í fjør, at eg læs eina grein um Í menniskjum góður tokki. Eg táraði, eg næstan græt, tá eg læs hana, greiður Rúni Djurhuus frá, tá hann skal fortelja um hvussu tað ber til at hann valdi at lata yvirskotið fara til Í menniskjum góðum tokki.
Í fjør skipaði Rúni Djurhuus fyri ein konsert fyri at stuðla felagsskapinum.
– Tað var so líka til. Eg havi jú Rex og kenni fleiri tónleikarar. Teir eru altíð sinnaðir at rætta eina hjálpandi hond, sigur Rúni Djurhuus.
Tað er nógv sjálvboðin arbeiðsorka til eitt slíkt tiltak og tað er Rúni Djurhuus takksamur fyri.
– Eg vil sjálvandi takka Neistanum, Stjørnuni og H71 fyri at vilja spæla dystirnar og dómarunum fyri at koma at døma. Og Neistanum og H71 fyri at skipa fyri á sjálvum degnum, sigur Rúni Djurhuus.
Gávukortini eru frá leikutoyshandlinum Klávus, sum hevur lagt meiri í enn inn kom av peningi.
- - -
Í fjør fingu 444 familjur jólahjálp frá »Í menniskjum góður tokki« í teimum familjunum vóru samanlagt 910 børn