Amnesty International fordømir bumbuálopið í gjár móti ST-høvuðsskrivstovuni í Bagdad, har í minsta lagi 20 fólk lótu lív, teirra millum ST-sendimaðurin Sergio Vieira de Mello.
Álopið er ræðuligt og óskiljandi. At venda sær móti sivilu høvuðsskrivstovuni hjá ST kann bara føra til afturstig fyri neyðuga og sera týdningarmikla humanitera arbeiðið hjá ST at tryggja mannarættindi fyri irakska fólkið. Tankar okkara eru við øllum, sum vóru á staðnum undir álopinum, við ST-starvsfólkum, familjum og vinum teirra, sigur Amnesty í tíðindaskrivi.
19. august 2003 - Amerikanska stríðið móti yvirgangi
»Tað hevur elvt til stúran, at USA hevur tikið sær fleiri rættindi í sambandi við tað amerikanska »stríðið móti yvirgangi«. USA hevur gjørt eina eyka rættarskipan, har tey útinnandi hava rætt til at handtaka, avhoyra, skuldseta og stevna mistonkt inn fyri rætt« sigur Amnesty International í sambandi við tað seinastu frágreiðingini hjá felagsskapinum.
Alt ov ofta hava onnur gjørt tað sama sum USA, við tað at tey hava tosa um eitt »stríð móti yvirgangi«. Á henda hátt hava tey roynt at koma uttanum fleiri bindingar í sambandi við grundleggjandi meginreglur fyri mannarættindi og altjóða humanitera lóggávu.
Í frágreiðingini heitir Amnesty International á stjórnir kring heimin at tryggja, at virðingin fyri mannarættindarmeginreglunum framhaldandi verður kjarnan í teirra leitan eftir rættvísi og tryggleika.
Frágreiðingin setur ljós á støðuna hjá útlendsku fangunum í amerikonskum varðhaldi á Guantánamo herstøðini á Kuba og á tí amerikonsku herstøðini í Bagram í Afganistan, sum í yvir eitt ár hava fingið noktað at hava samband við familju og at fáa løgfrøðliga hjálp.
»Uppáhald um ágang og tilvildarligar handtøkur, langar isolatiónsfongslingar, píning og avhoyringar uttan hjálp frá verja og hóttanir um órættvísar rættargongd við hernaðarrætt eru á hvørjum ári í frásøgnum hjá amerikanska State Department um mannarættindi í øðrum londum« sigur Amnesty International. »Nú verða somu ákærir fluttar fram móti amerikonsku stjórnini í samband við teirra »stríð móti yvirgangi«.
Samrøður, ið Amnesty hevur havt við nøkur teirra ið eru leyslatin av Guantánamo, vátta tað, sum Amnesty hevur óttast frá byrjan - at korini sum heild og hættirnir ið verða nýttir ? merkja, at tað verða framd brot á mannarættindini.
Støðug uppáhald um píning og vantandi atgongd hjá óheftum mannarættindarfelagsskapum og sakførarum, sum kunnu almannakunngera teirra upplýsingar, samanborið við at amerikanska hugsanin, um hvat er verður mett at vera ómenniskjanslig og eyðmýkjandi viðferð, ikki samsvarar altjóða allýsing, hevur gjørt at Amnesty International stúrir nógv fyri viðferðini av teimum, ið eru í amerikanskari varðveitslu.