– Tað var stórur áhugi at fáa arbeiði. Talan var bæði um fólk, ið hava arbeitt á Tavuni áður, og onnur, ið ikki hava arbeitt har áður. Nøkur hava arbeitt fisk, meðan onnur ikki hava, sigur Joen Magnus Rasmussen.
Tavan byrjaði í gjár at arbeiða gulllaks, og hildið verður á við hesum arbeiði til ólavsøku. Restin av árinum verður upsi arbeiddur á Tavuni.
Nú tá ið tað verður arbeitt gulllaksur, verður eisini arbeitt í tveimum vaktum, og tí hevði virkið tørv á fleiri starvsfólkum.
Hvør vakt er á 10 tímar. Fyrra vaktin byrjar klokkan 6 um morgunin og arbeiðir til klokkan 16, meðan seinna vaktin arbeiðir frá klokkan 16 til klokkan 02 á nátt.
– Tað er nógv at gera, og tí mugu vit arbeiða langar dagar. Vit verða ofta eisini noydd at arbeiða leygardagar, sigur Joen Magnus Rasmussen.
Av tí at tað verður arbeitt drúgvar dagar, so fáa arbeiðsfólkini eisini nokk so fitt burturúr.
– Sum tað hevur verið hini árini, kunnu tey gott fáa millum 30 og 40.000 krónur um mánaðin, sigur stjórin.
Seinastu 10-15 árini er framleiðslan av gulllaksi á Tavuni øktur.
– Tað mesta, ið vit framleiða, verður selt til sølumiðstøðir til Norra. Haldi at umleið tríggir fjórðingar fara tann vegin, sigur hann.
Tað eru trý pør av partrolarum, ið nú fiska gulllaks, sum verður arbeiddur á Tavuni. Tað eru Pollarhav og Stjørnan, Eysturbúgvin og Vesturbúgvin og Skoraberg og Fuglberg. Seinasta nevnda parið landaði í gjár 410.000 pund. Veiðan varð løgdu upp í Klaksvík og koyrd til Leirvíkar.
Koronasmittan ávirkar eisini arbeiði á Tavuni nakað.
– Vit royna at ansa eftir sum frægast við at halda frástøðu, og at ikki meira enn 4-5 arbeiða saman í bólkum. Men annars hava vit ikki verið nakað rakt av smittuni. Haldi at tað bara er tann eini persónurin, ið hevur verið í sóttarhaldi, sigur Joen Magnus Rasmussen.