Sjónbandalagið til "Better in Stereo", sum er lag skrivað av føroysku "Baroli Music" (Bárður Háberg og Óli Jógvansson) og bretsku Paula Winger, er nú sæð fleiri enn 20 milliónir ferðir á Youtube VEVO. Lagið er eyðkennislag til vælumtóktu Disney Channel røðina "Liv and Maddie" og bleiv fyri umleið einum ári síðan eisini útgivið sum staklag (og sjónbandalag) við Dove Cameron, ið, umframt at syngja lagið, eisini hevur høvuðsleiklutin í røðini.
Lagið lá fýra vikur sum nummar eitt á Billboard listanum fyri “Kid Digital Songs” í novembur og desembur mánaði í fjør. Disney, ið eigur sjónvarpsrøðina, skeyt Baroli Music upp til eina Emmy virðisløn fyrr í ár, men Emmy-dómsnevndin tók ikki upskot teirra til eftirtektar.
Hervið kann eisini staðfestast, at hetta er mesta stroymaða lagið, við føroyskum lagasmiðum, nakrantíð.
Trýst á pílin á myndini omanfyri, fyri at hoyra lagið.